Keðilig tíðindi til Robin Gibb

Fyrrverandi kendi Bee Gees-sangarin, Robin Gibb, sum var á Summar Festivali í 2009, er deyðasjúkur. Hann hevur havt krabbamein í livrini tað seinasta hálva árið, ig støðan versnar bara

 

Um vikuskiftið fekk hann at vita frá læknunum, sum hava roynt at viðgera hann, at teir ikki kunnu gera meir. Viðgerðin hevur onga ávirkan havt.

 

Krabbameinið bleiv staðfest í apríl í ár, og í løtuni er Robin Gibb í heiminum í Amerika. Konan, Dwina, tekur sær av honum. Eisini er beiggin Barry, komin at stuðla Gibb.

 

Í stuttari viðmerking við The Sun sigur ein familjulimur, at øll eru skelkað og kedd av hesari støðuni.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð