BYGGIVINNA
Sp/f KBH er stovnað í august 1999. Í byrjanini vóru tríggir partaeigarar, Karl og tveir av synum hansara, Helgi og Benn.
Seinni yvirtóku Helgi og Benn virkið, meðan faðirin framvegis arbeiddi sum handverkari í fyritøkuni.?
Eigararnir og tey, sum starvast hjá felagnum, hava drúgvar royndir innan byggivirksemið á mongum økjum. ?
Karl hevur soleiðis havt egið virkið síðani tíðliga í sekstiárunum, tá hann gjørdist partur av KBH í 1999. ??
Um núverandi eigarar er annars at siga, at Benn varð útlærdur sum húsasmiður í 1982 og hevur arbeitt sum timburmaður og arbeiðsformaður síðani. Hann hevur verið við til bæði stór og smærri verkætlanir - í Føroyum og uttanlands. Hann hevur arbeitt innan næstan øll økir í byggivinnuni. ??
Helgi varð úlærdur sum húsasmiður í 1990 og tók prógv sum byggifrøðingur í 1993. Umframt at hava arbeitt sum timburmaður, hevur Helgi eisini starvast sum byggifrøðingur í Danmark í fýra ár.
KBH hevur síðani byrjan verið í støðugum vøkstri.
Nøktar tín tørv
KBH sær tað sum sína fremstu uppgávu at geva viðskiftafólki eina skilagóða og hóskandi ráðgeving til júst ta uppgávuna, sum fólk hava tørv á at fáa loysta.
Byggivirkið er ført fyri at loysa og samskipa flestu uppgávur innan bygging, og felagið hevur eisini fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur. Haraftrat samstarvar KBH dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging.









