Í dag er fyrst umfar í landskappingini hjá monnum. Í eina tíð hevur tað verið spæladi, men í gjár fór at kava kring landið. Virgir Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum, sigur við in.fo í dag, at hann hevur ongan melding fingið um, at tað ikki er spælandi.
- Eg havi sjálvur verið á vøllinum í Klaksvík og har sær alt gott út. Sum eg skilji tað, so verður 1. umfar spælt eftir ætlan, sigur Virgar Hvidbro í stuttari viðmekring í dag.
In.fo hevur eisini verið í samband við fólk í Gøtu, sum siga at hóast tað er hvítt kring vøllin, so er sólin frammi og at tað er sannlíkt at dysturin verður spældur eftir ætlan.
Betri deildin menn 1. umfar:
Sunnudagin 10. mars
KÍ – HB (15.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-EB/Streymur (15.00)
B36-Skála (15.00)
Víkingur-ÍF (15.00)
TB-AB (15.00)