Fleiri túsund fólk sita veðurføst í teimum stóru floghavnunum í Vesturevropa, tí kavi og ísur gera, at nógvar flogferðir mugu avlýsast. Talan er millum annað um floghavnirnar í London, Frankfurt og Amsterdam og Bruxelles.
Loftferðslumyndugleikarnir í Bruxelles kunngjørdu í dag, at einki flogfar fer á flog haðani fyrr enn í fyrsta lagi mikudagin, tí trot er á tí evninum, sum verður brúkt til at spræna á flogførini fyri at fáa ísin av teimum.
Tíðindastovurnar siga, at í fleiri floghavnum hava fólk ligið á bóli síðani í gjár, og soleiðis sum útlitini er, er tað als ikki vist, at fólk sleppa heim hesumegin jól.