Kavin fer at regna burtur í dag

 

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri, men frá sunnudegnum fer lýggjari luft sum frá líður at streyma inn yvir Føroyar av vestri. Aftan á vikuskiftið førka nýggj brúgvaløg seg nærri Føroyum av útsynningi.

 

Fyrrapartin í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt bil vátaslettingur ella regn av vestri. Seinnapartin snarar hann í ein útnyrðing og vestan og tað klárar í, men enn kemur møguliga okkurt regn- ella vátaslettingsæl. Sunnunáttina verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt kavaælið og hitin millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning. Turt og sum frá líður sólglottar og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina verðu andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á náttina regn og hitin millum 5  og 8 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 tl 15 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður verður turt og hitin um 8 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s.Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útnyrðing. Samdrigið og ælaveður og um náttina vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin minkar nakað. Um náttina snarar han í ein útsynning og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst verður skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl, seinni turt og tað klárar í. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina frost í støðum.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn av vestri Hitin um dagin um 8 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og tað klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig.