Kavin er sakin

Børnini stórtrívast í nógva kavanum, sum hevur ligið kring landið seinastu vikuna

 

Seinastu dagarnir hava verið merktir av rættiligum kavaveðri, og hóast nógv stríð og knoss stendst av kavanum, er tað í hvussu er ein partur av fólkinum, sum er í góðum lag, tá veðrið er soleiðis.

Børnini stórtrívast í hesum vælsignaða kava, og tað er líka við, at teldur, telduspøl, PlayStation og Nintendo verða goymd og gloymd eina løtu.

Og hvussu skuldi eitt telduspæl kunna staðið ímóti mótstøðuni frá kavanum, sum hevur við sær nógvar møguleikar fyri at spæla sær.

Summi fara í holt við teir mest sannførandi kavamenninar, onnur grava holur, summi standa á skíð ella sessast í eini plastsletu, og uppaftur onnur royna kynstur av alskyns slagi.

Men ofta byrjar dagurin hjá teimum vaksnu við frystum bilrútum, innikavaðum bilum og ovurfyltum trappum og túnum.

Jú, kavin kann bæði arga og gleða.

Vælvitandi veðurmaðurin á Sosialinum roknar við frosti komandi dagarnar, og tí er líkt til, at kavin verður liggjandi til vikuskiftið.

Sunnudagin er møguleiki fyri regni, og tá tað fyrst kemur, er tað neyvan nakar, sum trívist í tí forferdiligu suppuni, sum spyrst burturúr!