Kavin er gulur

Í Suðurkorea hava myndugleikarnir biðið fólk halda seg innandura, tí veðurmenninir vænta gulan kava.

Fólk í høvuðsstaðnum Seoul og økinum har vesturi í landinum eiga at halda seg innandura, og tey, sum noyðast at fara út fyri dyr, skulu hava eitt ella annað plagg fyri munnin.

Hesi boðini komu frá suðurkereonsku veðurstovuni í gjár, og orsøkin er, at veðurmenninir vænta tað, sum teir kalla gulan kava. Tað siga teir, tá illveður kemur um markið úr Kina og hevur sandrok við sær, og tá sandur og kavi verður blandað saman, verður kavin gulur.

Kavaódnir eru rættiliga vanligar á koreanska nesinum, men í vár hevur meiri sandur úr Kina verið uppi í kavanum enn onnur ár, skrivar AP úr Seoul.