Tveir dystir í Premier League eru útsettir í dag. Sum tað einasta í Premier League, hevur Blackpool onga hitaskipan undir vøllinum. Vøllurin á Bloomfield Road skuldi eftirkannanst í dag á middegi, men longu fyrr í dag gjørdist greitt, at tað var als ikki spælandi. Dysturin millum Blackpool og Liverpool er fyribils útsettur til 12. januar.
Hitt Premier League liðið úr Liverpool, Everton, verður heldur ikki at síggja í dag. Hetta orsaka av at sprinklaraskipanin kring Goodison Park er fryst. Everton skuldi fáa vitjan av Birmingham.
Eisini Gunnar Nielsen og Tranmere Rovers, ið húsast í Birkenhead í Liverpool, hava fingið frí hendan kalda Boxing Day. Teir skuldu fáa vitjan av fyrrverandi stórfelagunum, Sheffield Wednesday. Tann dysturin er saman við níggju øðrum dystum í League One útsettur.
Premier League:
Fulham ? West Ham (12:00)
Blackburn ? Stoke City (15:00)
Blackpool ? Liverpool (Útsett)
Bolton ? WBA (15:00)
Everton ? Birmingham (15:00)
Manchester United ? Sunderland (15:00)
Newcastle ? Manchester City (15:00)
Wolves ? Wigan (15:00)
Aston Villa ? Tottenham (17:30)