Kavið ella stuðlið

Petri Tannklinikk brúkar nú hoppi-dilluna til at savna inn pening til vælgerandi endamál

Við slagorðinum um, at fyritøkur eisini mugu sleppa upp í part, er Petri Tannklinikk nú eisini vassað á sjógv. Kanska ikki heilt har, sum tær ikki grynna, men í øllum førum nóg mikið til at fáa karm.

 

Og hesa ferð kostar tað krónur úr kassanum, um avbjóðingin ikki verður tikin upp. Boðini frá Petri eru nevnliga, at tær fyritøkur, sum fáa avbjóðingina, skulu savna starvsfólkini til ein felagstúr á bláman, ella eisini skala fyritøkan lata 100 krónur fyri hvørt starvsfólki til vælgerandi endamál eftir egnum ynski. Og biðið verður um, at kvittanin verður løgd online á Facebook.

 

Fýra fyritøkur hava fingið avbjóðingina frá Petri. Nevnliga Smyril Line, Kvinna, Fríða og VoxPop Radio.

 

Petri valdi at nýta Sandágerð til sína ferð á sjógvin - videobrotið sæst HER.