Kavi tók bilførarar á bóli

Hálkan seinnapartin fríggjadagin kom óvart á nakrar bilførarar

Brádliga ákomin hálka seinnapartin fríggjadagin kom óvart á fleiri bilførarar.

Eisini hesin bilførarin varð tikin á bóli.

Hann kom koyrandi eftir Vatnavegi í Vágum seinnapartin fríggjhadagin, tá ið eitt kavaæl førdi til, at vegurin brádliga varð rættiliga hálur.

Tað endaði við, at hesin bilførarin misti tamharhaldið á bilinum og fór útav og endaði á takinum. Tíbetur var ongin fólkaskaði.

Eisini tíðliga í fríggjakvøldið fór ein annar bilur útav á sama vegastrekki og eisini í hesum føri er hálka givin upp sum orsøk til, at førarin tamarhaldið á bilinum. Men heldur ikki í hesum føri hendi mannskaði. Báðir bilarnir vórðu vrak.

Løgreglan sigur, at eisini aðrastaðni í landinum hendu óhapp í hálkuni, men talan var bara um smávegis skaðar á bilarnar.