Kavi í Íslandi

Tað er ikki bara í Føroyum, at summarið tykist hava ilt við at fáa fótin fyri seg í ár. Í Íslandi er uppaftur verri, og har hevur landið verið kavaklætt nógvastaðni í dag.

Tað er serliga á Norðurlandinum og á Eysturlandinum, at tað hevur kavað, men eisini har vesturi er nakað av kava komið niður. Vísir skrivar, at fjøllini á Reykjavíkarleiðini eru hvít.

Morgunblaðið skrivar, at nógvastaðni er kavi á vegunum, og løgreglan hevur biðið fólk koyra eftir umstøðunum og at gera eftir teimum ávísingum, sum eru settar upp. Veðurmenninir siga, at tað verður lýggjari í dag, so kavin verður ikki liggjandi.