Kavi í Noregi og Svøríki

Støð í Noregi, sum høvdu 26 hitastig fyrr í vikuni, høvdu frost í nátt. Tað er sanniliga ikki bara í Føroyum, at veðrið er skiftandi.

Í Noregi og Svøríki hevur tað verið óvanliga lýtt teir seinastu dagarnar við hita upp ímóti 30 stigum, men í morgun lá kavi nógvastaðni.

Veðurmenninir siga, at køld luft norðan úr póløkinum trýsti ta lýggju luftina suðureftir, og tað hevði við sær, at tað frysti nógvastaðni í fjøllunum í nátt. Bæði í Noregi og Svøríki mátaðu veðurstøðir niður í fýra kuldastig, og líðirnar vóru kavaklæddar líka oman ímóti 500 metra hædd.

Norska veðurstovan sigur, at summi støð, sum høvdu frost í nátt, høvdu 26 hitastig fyrr í hesari vikuni.