Kavi liggur í fjøllunum norðanfyri

Hann er høgur í ættini, og tað gevur kuldaveður, tá sólin ikki sær.

Seinastu dagarnar hevur lítil lýggja verið í luftini, og í morgun var hitin lítið oman fyri tvey stig. Norðanfyri lá kavin væl niður í fjøllini, sum viðhefta mynd vísir.

 

Hann er høgur í ættini, og tað gevur vanliga kulda - um sólin ikki sær.

 

Líkt er tó til, at meira lýggja kemur í veðrið, sum dagarnir ganga, og í morgin - fríggjadagin - siga veðurmenninir, at hitin fer at liggja um sjey stig og um náttina millum trý og seks stig.

 

Leygardagin verður hann landnyrðingur ella norðan í ættini, og hitin fer eisini at liggja um sjey stig - og um náttina millum fýra og sjey stig.


Sambært veðurmonnum verður ættin sunnudagin millum landnyrðing og landsynning, og hitin um dagin fer at liggja um 10 stig - og um náttina niður í eini seks stig.