Kavi í Johannesburg

Í dag kavaði tað í suðurafrikanska býnum Johannesburg, og hetta var tann fyrsti kavin har í fimm ár.

Sambært tíðindastovunum kom so mikið av kava niður, at myndugleikarnir noyddust at lata nakrar marknastøðir á markinum við grannalandið Lesotho aftur. Ferðslan varð eisini darvað, tí høvuðsvegurin millum Johannesburg og Durban var stongdur nakrar tímar.

Suðurafrikanska veðurstovan sigur, at tað kavaði í seks av teimum níggju landspørtunum. Veðurstovan væntar meiri kava í kvøld, og bilførararnir hava fingið boð um at vísa varsemi.