Kavi ein fíggjarligur smeitur fyri Klaksvíkina

Kommunan hevur eina meirnýtslu til kavarudding, ið er átta ferðirnar so stór sum mett í fíggjarætlanini.

Tá býráðsfundur er í Klaksvíkar kommunu í kvøld, verða býráðslimir bidnir um at staðfesta, at kommunan hevur havt eina meirnýtslu til kavarudding á 572.438 krónur higartil í ár, ið væntandi veksur til umleið 700.000 krónur við árslok.


Talan er um eina ógvusliga meirnýtslu, tá hædd verður tikið fyri, at kommunan í fíggjarætlanini fyri 2015 hevði mett, at kavaruddingin fyri 2015 fór at kosta 100.000 krónur. Sostatt kostar kavaruddingin í Klaksvíkar kommunu átta ferðirnar so nógv sum fyrst mett.


Serliga vísir kommunan á, at tað er nýggja bussleiðin í kommununi, ið ger tað neyðugt at salta fleiri vegir og brekkur oftari, umframt at veturin hevur sett stór krøv til vetrarhaldið um alt landið.


Meirnýtslan kemur tó ikki óvæntað á kommununa, tí í gerðabókini verður staðfest, at meirnýtsla til kavarudding ikki er eitt ókent fyribrigdi seinastu mongu árinini.