Kavi argar fleiri norðurlond

Samferðslan er órógvað í fleiri grannalondum

Nógvur kavi í Oslo í morgun (Mynd: Rodrigo Freitas/Ritzau Scanpix)

Tað er ikki bara í Føroyum, at kavi órógvar samferðslu og annað í hesum døgum.

 

Kavaveður hevur eisini rakt Danmark, Svøríki, Noreg og Týskland, og har hava tey eisini trupulleikar við at hava samferðsluna koyrandi. Tað skrivar Ritzau.

 

Í Danmark er nógvur kavi komin niður, og hann hevur ávirkað ferðsluna. Summastaðni hava vegir verið stongdir, og fyrr í morgun mælti løgreglan fólki frá at koyra í ávísum økjum.

 

Í Noregi hava myndugleikarnir biðið fólk lata bilin standa í morgun orsakað av nógva kavanum, og sambært miðlinum VG er kavakaos nógvastaðni.

 

Har vesturi í Svøríki verður roknað við kavastormi í dag, og har hevur svenska veðurstovan sent út ávaringar. Verðurstovan væntar, at millum 10 og 20 sentimetrar av kava koma niður í dag. Á flogvøllinum í Gøteborg rendi eitt flogfar seg fast í kavanum í morgun.

 

Í Týsklandi hevur kavi ávirkað ferðslu og flogferðslu í dag. Roknað verður við nógvum avlýsingum og seinkingum á stóra flogvøllinum í Frankfurt í dag.

 

Her í Føroyum sigur Føroyska Veðurstovan, at vit kunnu vænta 10-15 m/s av landnyðringi og útnyðringi, í støðum okkurt skifti upp í 18 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við kavaælaveðri. Hitin verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Í nátt millum frostmarkið og 4 kuldastig.

 

Nógvur kavi í Oslo í morgun (Mynd: Rodrigo Freitas/Ritzau Scanpix)