Í sambandi við at kavbátur vitjar Føroya Sjómannadag, verður móttøka á bryggjuni niðan fyri kryvjivirkið hjá Bakkafrost móttøkan er flutt til kl. 15.00 fríggjadagin 19. august 2011.
Norski kavbáturin KNM UTSTEIN kemur á Klaksvík og liggur á Pollinum. Síðan siglir hann inn eftir Vánni og leggur at bryggju á Vestursíðuni. Verjuskipið Vædderen og vaktarskipið Brimil liggja á Vánni og heilsa norska kavbátinum vælkomum.
Kavbáturin leggur at bryggju kl. 15.30.
Almenn móttøka fyri kavbátamanningini KNM UTSTEIN verður á bryggjuni niðan fyri kryvjivirkið hjá Bakkafrost.
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, bjóðar vælkomin.
Umboð fyri Færøernes Kommando Thomas Bo Jeppesen, ber fram heilsan.
Norski konsulin, Petur Even Djurhuus, ber fram heilsan.
Skiparin á Norska kavbátinum, Kristian Erik Wulsin Weihe, ber fram heilsan.