Bretski kavbáturin, sum fór á land úti fyri Isle of Sky í Skotlandi gjáramorgunin, varð togaður leysur á flóðini í gjárkvøldið. Báturin, sum eitur HMS Astute, seti alt fyri eitt kós til lands, har skaðin skal kannast.
Tað hevur vakt ans í Bretlandi, at landsins best útgjørdi kjarnorkukavbátur fór á land við skotsku strondina. Tað ger ikki støðuna betur, at í november í fjør fór ein annar kavbátur hjá herflotanum á land á sama stað. Tí hevur herflotin gjørt av at kanna báðar tilburðirnar sera gjølla, sigur BBC.
Bretskir fjølmiðlar eru í hvussu er á einum máli um, at tilburðurin í gjár er pínligur.
HMS Astute, sum er trý ára gamal, er 97 metrar langur og vigar 7.400 tons.