Kavbátur skuldi flytal rúsevni

Myndugleikarnir í Ekvador hava lagt hald á ein heimagjørdan kavbát, sum eitt rúsevnaharkalið hevði smíðað, og sum skuldi brúkast til at sigla við rúsevnum til Meksiko. Sambært løgregluni í Ekvador er kavbáturin mettur at taka 12 tons av rúsevnum.

Báturin, sum er 25 metrar langur, er gjørdur úr trevjaglasi, hevur alla elektroniska útgerð og kann vera undir vatnskorpuni í upp til 12 tímar. Eftir manningarrúmunum at døma skuldu seks mans sigla við honum.

Myndugleikarnir í Ekvador siga, at tað vóru upplýsingar frá amerikonsku rúsevnaløgregluni DEA, sum gjørdu, at kavbáturin bleiv funnin.