Kavbátur í Klaksvík

Norski kavbáturin legði at bryggju í Klaksvík klokkan 15, har skipað varð fyri móttøku á bryggjuni niðan fyri kryvjivirkið hjá Bakkafrost.

Niclas Heri greiddi vegna Føroya Sjómannadagin frá skránni og beyð øllum vælkomnum. Klaksvíkar Hornorkestur setti serstakan dám á.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu hevði eina serliga røðu á norskum, har hon beyð norsku gestunum vælkomnum. Hon vísti á aldargomlu røtur okkara til Noregs og tað samstarv, sum eitt nú hevur verið á sjónum millum Noreg og Føroyar. Hon ynskti gestunum nakrar hendinga- og minnirsríkar dagar í Klaksvík á Føroya Sjómannadegi.

Umboð fyri Færøernes Kommando, Thomas Bo Jeppesen, bar fram heilsan, har hann takkaði fyri gott samstarv, sum hevur verið millum Noreg og Danmark og í hesum høpi eisini Føroyar.

Norski konsulin, Petur Even Djurhuus, ynskti gestunum vælkomnum og vissaði teir um, at í Klaksvík býr rakst, fitt og fyrikomandi fólk. Hann gleddi seg til tær kappingar sum stóðu fyri framman, har noregsmenn sleppa at royna seg móti klaksvíkingum og ynskti somuleiðis góðar dagar í Klaksvík.

Til endans takkaði skiparin á norska kavbátinum, Kristian Erik Wulsin Weihe, fyri stórfingnu móttøkuna. Onkur hevði fortalt honum, áðrenn hann fór til Føroya, at fyri mongum árum síðan flutti ein norðrmaður til Klaksvíkar, og enn eru ættarfólk hansara her – Brandal.

Tá manningin, sum øll telir meir enn 50, fekk at vita, at teir skuldu til Føroya, mundi verið uppreistur, tí allir vildu við til Føroya. Tá bert 22 mans sluppu við, varð skipað fyri lutakasti. So teir, sum nú eru við, eru teir heppnu, ið vunnu hetta lutakastið.

Tó er nú tann semja gjørd, at seks av manningini verða útskiftir á ferðini í Føroyum - og seks aðrir koma higar. Hesir seinnu seks verða so við til at sigla kavbátin heimaftur til Noregs.

Myndirnar hevur Dávur Winther tikið.