Kavaruddingin hjá Landsverki einskiljast

Tað er óhoyrt, at tað almenna skal ganga og rudda kava kring landið


- Kavaruddingin hjá Landsverkið skal einskiljast.

Tað heldur Rasmus Rasmussen, stjóri í I.R. Lastbilum í Kollafirði.

Hann er av teirri sannføring, at alt virksemið sum kann tveitast ella einskiljast hjá landsverki, eigur at latin privatum at røkja.

Men tað verður tað ikki, staðfestir hann.

Hann sigur, at Landsverk útveitir onkrar smáar uppgávur, men onki av tí, sum tað av álvara er áhugavert at bjóða út til privat at kappast um, verður boðið út.

Og í hesum sambandi heldur hann, at tað er sjálvsagt, at arbeiðið at rudda kava um veturin, verður bjóðað út til privat at røkja.

- Tað er óhoyrt, at tað almenna gongur kring landið og ruddar kava, heldur Rasmus Rasmussen.

 

Hann vísir á, at í øðrum londum eru tað privatar fyritøkur, sum standa fyri kavaruddingini.

- Tað er ikki av ongum, at kavaruddingin er privat. Tað er tí, at hon verður bíligari og effektivari, heldur Rasmus Rasmussen.

 

Og hann ivast ikki í, at eisini í Føroyum kundu privatar fyritøkur átikið sær uppgávuna at rudda kava.

- Eg dugi ikki at síggja, at vit eru so serstøk í Føroyum, at tað má vera tað almenna sum ruddar kava, og eg ivist ikki í, at privatar fyritøkur kundu átikið sær uppgávuna nógv effektivari enn landsverk.

Men heldur Rasmus Rasmussen eisini, at privatar fyritøkur høvdu klárað kavaruddingina, nú umstøðurnar hava verið so ringar, sum tær hava verið nakrar ferðir í seinastuni, har nógvur kavi er komin niður eftir stuttari tíð?

- Eg haldi ikki, at tað hevur verið so ógvusligt, at tað ikki kundu borið til at hildið vegirnar opnar. Men vit kunnu ikki siga, at Landsverk hevur klárað tað uppgávuna serliga væl, tí fleiri vegir hava verið stongdir, eisini høvuðsvegir, sigur hann

- Høvuðsfarleiðirnar ígjøgnum landið eigur Landsverk at klára at hava opnar, men at so smærri vegir verða stongdir, eru sínar sakir, heldur Rasmus Rasmussen.