Tað er illveður í Íslandi í dag, og veðurstovan í Reykjavík hevur boðað frá stormi um alt landið. Í morgun var meðalvindurin oman fyri 30 metrar um sekundið í støðum.
Á Norðurlandinum og Norðureysturlandinum hevur tað eisini kavað rættiliga illa. Veðurstovan sigur, at oman fyri einar 300 metrar er kavi á vegunum, og niðari er krapi. Elveitingin er farin summastaðni, og vegamyndugleikarnir ávara størri akfør um, at klaki er lægstur á eltræðrirnar, so teir hanga lágt yvir vegnum í støðum. Onkunstaðni er skúlagongdin avlýst.
Væntandi fer vindurin at minka í Íslandi í nátt, siga veðurmenninir.










