Kavari misti vitið

Ein kavari, sum arbeiddi við eitt alibrúk í Norðoyggjum, varð fluttur á sjúkrahús seinnapartin í gjár tí hann var sollin um.

 

Hann hevði verið niðri, men var komin upp á bátin at skifta fløsku.

 

Tá fortaldi hann hinum, at hann føldi seg ikki væl og beint eftir small hann um.

 

Boð vórðu send eftir sjúkrabili. Hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús og tá ið tamarhald aftur var á støðuni, varð hann sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Men tað, løgreglan veit, hevur hann tað gott.

 

Maðurin hevði følt seg illa í nakrar dagar og tað var kanska orsøkin til, at hann kom illa fyri.