Í gjár varð boðað frá, at ein froskmaður, sum kavaði við eitt alibrúk í Klaksvík, føldi eg ikki væl, tá ið hann kom upp aftur.
Løgregla og sjúkrabilur komu á staðið og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men løgreglan sigur, at hann hevur tað gott.
Kortini er hendingin skrásett sum eitt arbeiðshóhapp og sostatt er arbeiðseftirlitið komið uppí.
Í hesum samabandi verður kannað, um útgerðin hevði nakað at gera við, at hann føldi seg illa
Hnvegin er tað ikki skrásett sum eitt arbeiðshóhapp, tá ið ein bilførari breyt beinið í gjár. Hann bakkaði á og tað er óvist, hvat hendi, men onkusvegna kom beinið í klemmu ímillum hurðina og gáttina við teirri avleiðing, at tað brotnaði. |