Síðani 31. oktober í gjør hevur norska kvinnan Anne-Elisabeth Hagen verið horvin úr heimi sínum.
Fleiri kavarar havaí í dag leita í vatninum Langvannet í Lørenskog eystan fyri Oslo.
Her leita teir eftir spOrum, sum kunnu knýtast til tað, sum løgreglan heldur vera eina burturflyting av norsku kvinnuni Anne-Elisabeth Hagen.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
– Vit leita ikki efti Anne-Elisabeth Hagen í vatninum, men eftir viðkomandi sporum, sum kunnu knýtast til málið.
– Froskmenn frá sløkkiliðnum í Oslo leita í dag og næstu dagarnar, upplýsir Christian Berge, yvirløgreglumaður í politidistrikt Øst fyri NTB.
68 ára gamla Anne-Elisaberh Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog 31. oktober í fjør. Síðani hevur løgreglan ikki fingið lívstekin frá henni.
Norsku myndugleikarnir avdúkaðu mikudagin 9. januar, at teir kanna eitt mál um burturflyting av Anne-Elisabeth Hagen.
Hon er gift milliardinginium Tom Hagen, sum er ein av ríkastu fólkum í Noreg við eini ogn, sum verður mett at vera verd 1,3 milliardir danskar krónur.
Sambært løgregluni eru settar fram álvarsamar hóttanir og krav um loysigjald í kryptovalutanum monero.
/ritzau/