Fyri góðari løtu síðan fóru bummarnir báðu megin við Norðskálatunnilin niður, og ávaringarljósini lýstu.
Langur hali av bilum stóð báðu megin við.
Orsøkin til, at bummarnir fóru niður, var eitt grovt kavaæl.
Í munnunum á tunlinum eru sensorar, og kemur ein ov høgur bilur ella eitt grovt kavaæl, syrgja sensorarnir fyri, at bummarnir fara fyri.
Politiið boðaði Landsverki frá, og fólk frá Landsverki fóru beinanvegin at kanna tunnilin. Politiið vildi ikki lata tunnilin upp aftur, fyrr enn vissa var fingin fyri, at trygt var at koyra gjøgnum tunnilin.
Tunnilin var stongur 5-10 minuttir.










