Eitt sterkt hátrýst yvir norðurskandinavia gevur okkum eitt rák av lýggjari og slavnari luft av suðri og landsynningi. Seinni í vikuni fer hátrýstið í ein sunnan og landsynning, og sum frá líður kemur eitt rák av kaldari luft av landnyrðingi, seinni eystri og landsynningi, móti okkum
Veðrið í dagi
Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, í nátt lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 1 hitastig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men sum frá líður kavi ella vátaslettingur sunnanfyri. Hitin um dagin millum frostmarkið og 2 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.
Leygardagin
Hann frískar vindin spakuliga í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men sum frá líður okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Sunnudagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður í frostmarkið.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina niður í 1 kuldastig.










