Katzenjammer á G!

Mjómandi ketturnar úr Noregi, Katzenjammer, verða ímillum tey, ið trína á G! pallin í summar. Sprøklutu kvinnurnar eru kendar fyri at framføra við einari ørgrynnu av ymiskum ljóðførum, umframt at leggja stóra orku í teirra live framførslur, og at veruliga levera ?Showið?

 

Katzenjammer góvu fyrstu fløgu sína út í fjør við heitinum ?Le Pop?. ?A Bar in Amsterdam? eitur eitt av nógv spældu løgunum hjá bólkinum. Genturnar hava spælt saman seinastu trý árini, men eru veruliga á veg fram nú hesar seinastu mánaðirnar.

Tær spældu í januar á Eurosonic í Hollandi, komandi leygarkvøld spæla tær á Svalbard, og um eina viku hita tær upp fyri Keane í O2 Arena í London.

 

Katzenjammer eru fýra ungar norskar kvinnur, sum ljóða sum tær hava somu sigoynaravinir og ganga í somu antikvariat-tónleikahandlar sum Kaizers Orchestra. Sum ein norskur ummælari sigur tað: ?Yngru systrarnar hjá Tom Waits eru her, við sínum whisky-við-hunangi-røddum, pumpuorgli og allari sjarmuni, sum Kaizers Orchestra í grundini aldrin høvdu?.

Katzenjammer hava í øllum førum tvey ting í felag við landsmenninar í Kaizers. Alsk til eysturevropeiskan tónleik og evnini at fylla pallin út. Tær hava nógv ljóðføri, tær leggja nógva orku í at levera showið, og tær skiftast um at vera frontfigurur og sangarinna.

 

Les meira um nýggjastu avdúkingina hjá G! 2009 í Sosialinum í dag.