Katzenjammer fingu øll við

Bæði bólkurin og áhoyrarnir vóru í toppformi, tá genturnar í Katzenjammer spældu á Spæliplássinum í kvøld. Við nøkrum av tí stuttligasta tónleikinum, ið hevur verið at hoyrt á klettunum, fingu Katzenjammer fjøldina í kók, tá tær við eini blanding av fólkatónleiki, negro-spirituals, polka og øllum møguligum øðrum, fingu hvørja kyknu á Spæliplássinum at dansa av berari gleði.

 

Tær fýra genturnar í Katzenjammer vístu seg sum sannir snillingar, tá tær skiftu millum ljóðførini, sum onnur skifta millum hosur. Harmonika, munnharpa, banjo, mandolin og balaika vóru millum tey stuttligaru ljóðførini, ið vóru tikin í nýtslu, og sigast má, at ongantíð hava harmonikutónar ljóða betur, enn í kvøld.

Hetta sást kanska best, tá genturnar blivu klappaðar heili tvær ferð á pallin aftur, eftir at tíðin var farin.