Katy Perry syngur í Super Bowl

Katy Perry og Lenny Kravitz standa fyri undirhaldinum í hálvleikinum av Super Bowl dystinum sunnukvøldið

 

Sunnukvøldið verður størsta árliga ítróttarhendingin í USA, tá ið finaludysturin í amerikanskum fótbólti verður spældur. Finaludysturin kallast Super Bowl og er eisini størsta sjónvarpshending í USA.

Nógv verður gjørt burtur úr undirhaldinum í hálvleikinum, og tað er ein serligur heiður hjá tónleikarum at verða bidnir at spæla í hálvleikinum.

Í ár fall valið á songkvinnuna Katy Perry, sum hevur hvat nógvar sangir á hitlistum kring heimin seinnu árini. Hon segðist vera í kapping við serliga Coldplay og Rihanna.

Afturat Katy Perry fer eisini rocktónleikarin Lenny Kravitz á pallin undir framførsluni.