Av og á villast uglur til Føroya, og vanligasta uglan, sum kemur henda vegin, er uglubóndin.
Hann hevur gul eygu.
Men uglan, sum varð sædd á Glyvrum mánadagin, var ein kattugla (Asio otus). Tað staðfestir fuglakennarin Jens-Kjeld Jensen út frá myndini.
Kattuglan hevur tvey longri horn enn uglubóndin, og kattuglan hevur appelsinlitt eygu.
Hendan uglan er meira sjáldsom í Føroyum enn uglubóndin, men kattuglan er tó at síggja av og á ymsa staðni í landinum.
Jens-Kjeld-Jensen veit ikki, hvussu tað ber til, at uglur koma til Føroya.
- Eg veit tað ikki. Alt er løgið í ár. Hitin í Føroyum er niður móti frostmarkinum. Í Grønlandi og í Íslandi er heitt. Her er eingin gróður, minni enn vanligt av heiðafugli, minni av stara, einki plankton, eingin hýsa. Tað er ikki rætt, sigur Jens-Kjeld Jensen.
(Mynd: Maria Müller)










