Um vikuskiftið vitja tveir fløguaktuellir tónleikarar í Tutlhandlinum . Talan er um Katrinu Petersen og Jógvan Hansen, sum ávíkavist framføra fríggjadagin og leygardagin. Katrina Petersen gevur nú sína fyrstu fløgu út, og ókeypis framførslan í Tutlhandlinum, sum verður fríggjadagin kl. 16.00, kann síggjast sum upphiting til stóru útgávukonsertina, sum verður í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið.
Leygardagin 24. Oktobur kemur føroyska og íslendska fløgan hjá Jógvani Hansen og Fríðriki Ómar á gøtuna, har tey bestu løgini innan føroyskan tónleik verða framførd á íslendskum, og tey bestu íslendsku løgini verða umsett og framførd á føroyskum.
Í hesum sambandi vitja Jógvan Hansen og Fríðrikur Ómar í Tutlhandlinum á Kátahorninum, og í tí sambandi fara teir eisini at signera fløgur til tey vitjandi. Hetta verður leygardagin kl. 13.00.