Hóast hon var troytt av hørðum venjingum í Føroyum, setti Katrin Olsen tvey persónlig met til eina test í Danmark í farnu viku.
Føroyski rógvarin í Danmark skal tvær ferðir um árið testast á ymsum teinum innanfyri eina viku. Testin var í síðstu viku, og hetta var ikki besta tíðin hjá Katrin, tí hon hevði júst verið í Føroyum og vant hart eitt heilt vikuskiftið.
Men har var einki at gera, og hóast fortreytirnar ikki vóru tær bestu, spældi tað sera væl av hjá Katrin. Hon setti nevniliga tvey persónlig met í testini. Annað metið var í rógving á seks kilometrum, og hitt metið var á 2000 metrum.