Kappróður
Sunnudagin vunnu Katrin Olsen og bátsfelagið hennara gull í World Cup kappingini í Luzern.
Sostatt vístu tær, at sigurin í seinastu world Cup kapping ikki var av tilvild, tí aftur hesuferð vóru tær sterkast í lættvekts-dupult-scullaranum.
Men hetta førir eisini við sær, at tær vinna samlaða World Cup kappingina
Krútsterka kinesiska parið var ikki við í dag, men í fyrstu World Cup kappingini herfyri, vunnu tær á kinesarunum og sostatt hava tær víst, at tær kunnu vinna á øllum, sigur Dans Roning í tíðindaskrivi.
Týski báturin fekk besta startin, men so legði USA seg á odda. Men so líðandi ótu Katrin og bátsfelagið hennara seg inn á bátarnar í oddinum og tað var - sum í undankappingunum - ein sera sterkur endaspurtur, sum tryggjaði teimum sigurin í tíðini 7:01,31 beint fyri nøsini á bátinum úr Kanada. Týskland tók bronsuna.










