Katrin Olsen og Julianne Elander komu fyrst á mál í B-finaluni. Úrslitið gjørdist hetta:
1. Danmark 7:06:94
2. Avstralia 7:07:17
3. Japan 7:08:49
4. USA 7:09:02
5. Bretland 7:11:24
6. Kuba 7:20:07
Úrslitið í A-finaluni:
Gull: Niðurlond 6:54:74
Silvur: Finnland 6:56:03
Bronsa: Kanada 6:56:68
--------------------------
4. Týskland 6:56:72
5. Kina 7:01:90
6. Grikkaland 7:04:61
Niðurlond, Finnland og Týskland vóru í somu hálvfinalu, sum Katrin og Julianne. Og sum sæst, so vóru Katrin og Julianne óhepnar ikki at enda í hinari hálvfinaluni. Hevði Týskland verið 5/100 av einum sekundi skjótari, ja so høvdu hesi 3 somu londini vunnið øll heiðursmerkini. Katrin Olsen er kortini søgulig við síni luttøku, sum fyrsti føroyingur, ið hevur tikið lut á olympisku summarleikunum. Hon og Julianne gjørdust nr. 7 í samlaðu kappingini.