Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar eru gingin saman um at stuðla Katrini Olsen og liðfelaga hennara, Julianne Elander Rasmussen, á vegnum fram móti OL-luttøkuni.
Á tíðindafundi klokkan 9 í morgin í Mullers Pakkhúsi, fer Katrin Olsen at greiða frá leiðini fram móti Olympisku Leikunum. Málini, miðvísa venjingin, kappingarnar áðrenn OL og tann týðandi stuðulin úr Føroyum eru millum evnini, hon tá fer at greiða frá.
Umboð fyri Eik og Tryggingarfelagið Føroyar verða eisini við á tíðindafundinum.