Katrin og Jacklin skulu hjálpa Anju

Eftir ætlan skulu Jacklin Durhuus og Katrin á Neystabø royndarvenja við felagnum hjá donsku megastjørnuni, Anju Andersen

At rópa Anju Andersen fyri ein hin besta kvinnuliga hondbóltsspælaran nakrantíð man ikki vera at taka munnin ov fullan, og hesum eru danir eisini langt síðani komnir eftir.

Tískil togaðu flestu fjølmiðlarnir stórar yvirskriftir fram, tá Anja í fjør gjørdi av at gerast ítróttastjóri í Slagelse, eftir at hon sjálv varð noydd at gevast við hondbóltinum av heilsuávum.


Játtaði beinanvegin

Síðani hon hevur tikið liðið yvir, hevur kósin verið sett beint uppeftir, og næsta málið á leiðini er at koma í besta donsku deildina at royna seg. Eitt mál, sum á ongan hátt tykist veruleikafjart.

Liðið telur nevnliga fleiri sterkasr leikarar, har Janne Kolling man vera hin mest navnframa, og nú røkist fyri, at eisini tvær føroyskar hondbóltsgentur fara at teljast millum nøvnini á komandi stórfelagnum.

Á føroyferð síni um vikuskiftið, sum varð fyriskipað av føroysku umboðunum hjá teldurisanum, Siemens/Nixdorf, var ein av uppgávunum hjá Anju ein venjingartími saman við føroyska U-20 landsliðnum hjá kvinnunum.

Katrin á Neystabø greiður frá, at Anja beint eftir venjingina tosaði við seg, og spurdi um hon hevði áhuga at koma niður til royndarvenjingar.

- Sjálvandi hevði eg tað, men hóast tað í fyrsta umfari var ætlanin, at eg skuldi avstað alt fyri eitt, so samdust vit um, at tað allarhelst var betri, um eg bíðaði til eftir próvtøkurnar. Sostatt fari eg ístaðin til Danmarkar fyrst í juli mánaði, tá venjingarnar í Slagelse aftur byrja.

Katrin dylur ikki fyri, at hetta er ein risastór avbjóðing. Anja hevur áður boðað frá, at hon, umframt at vinna dystirnar, eisini vil leggja seg eftir at spæla undirhaldandi hondbólt, og tí skuldi tað boðað frá góðum, at hon hevur boðsent føroysku gentuni.

Einsamøll verður Katrin tó ikki á ferðini, tí ætlandi skal VÍF leikarin, Jacklin Durhuus, eisini til royndarvenjingar hjá Anju. Eins og Katrin, so er Jacklin ein leikari, sum nógv hevur verið væntað av, og hóast unga aldurin, hevur hon í eini 2-3 ár talst millum fremstu føroysku leikararnar.


Ikki beint á liðið

Hóast stóra møguleikan, so dylir Katrin ikki fyri, at hon er fullgreið um, hvussu umfatandi arbeiði skal til, áðrenn hon kann koma á liðið í Slagelse.

- Anja greiddi frá, at tey vanliga arbeiða við einum hópi upp á 18 spælarar, og í fyrsta umfari rokni eg ikki við nøkrum sum helst í so máta.

- Megni eg í fyrstu atløgu at stríða meg upp á eykaliðið, meti eg meg hava nátt fyrsta málið, greiður hon frá.

- Eg verið liðug við skúlagongd mína í summar, og sum er havi eg ongar ítøkjuligar framtíðarætlanir, so verið eg mett at hava nóg stórar møguleikar, so ætli eg mær sjálvandi at taka av einum møguligum tilboðið, sigur Katrin á Neystabø at enda.