Katrin Mørkøre 60 ár

Mánadagin 27. august verður Katrin Mørkøre á Eiði 60 ár.

Dagurin verður hildin sunnudagin 26. august, tá ið øll eru hjartaliga vælkomin til Eiðis. Tað er einki at ivast í, at nógv fara at heilsa upp á Katrina, sum kennir óvanliga nógv fólk og er ófør at minnast til hátíðardagar hjá øðrum.

Katrin er havnarfólk. Foreldrini vóru Pavla og Jens Guttesen, sum búðu í Tórfinsgøtu.

Abbin á móðursíðuni var Jens Christian Dam úr Tróndargøtu, og omman var Katrina, sum var úr Innistovu í Vági í Klaksvík. Fyri stuttum var Katrin við til at fyrireika ættarstevnu fyri Innistovufólkunum.

Abbin á faðir síðuni var Jens Christian Guttesen, sum var havnarmaður, og sum er kendur fyri sín lut í ríka tónleikalívinum í Havn. Omman var Jóhanna, sum var ættað úr Kirkjugerði í Skálavík.

Katrin er familjukær og áhugað og innarlaga í ættarsøguni. Hon hevur gingið til ættargransking hjá John Davidsen, Ólavi Clementsen og Mariu Jacobsen, og hon er nevndarlimur í felagnum Ættarbandið.

Børnini hjá Pavlu og Jensi Guttesen eru Jóna (1946), Katrin (1947), Gunrið (1950) og Jens Christian (1955). Katrin býr á Eiði, og øll hini búgva í Havn.

Eftir fólkaskúlan arbeiddi Katrin hjá Másu og Herlufi Arnason, sum høvdu bókahandil, bókbindarí og so nógv annað í handlinum, ið var á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta. Seinni gekk hon í handilsskúla, meðan hon lærdi á skrivstovuni hjá Balslev, og tá ið pf. Kartni Winther varð stovnað av Kartna Winther, Torbjørn Sørensen og Poul Michelsen og rak heilsøluna, sum Balslev hevði havt, fór Katrin at arbeiða hjá teimum.

16. september í 1972 giftist Katrin Jógvani K. Mørkøre á Eiði, og síðani hevur hon. búð í Kardumummubýnum á Eiði. Jógvan var sóknarstýrisformaður tá ið Katrin kom til Eiðis, og at vera skrivari var uppgávan hjá formanninum. Katrin kom so við og við upp í skrivarauppgávuna, og í 1990 varð hon sett sum skrivari hjá Eiðis kommunu.

Umframt í arbeiðslívinum hevur Katrin verið virkin á so mongum øðrum økjum. Hon sang í Ebenezerkórinum, og hon tekur mangt takið í Mizpa á Eiði. Hon hevur vakið eyga við so mongum og vitjar og dugnar so nógvum – bæði á Eiði og aðra staðni kring landið.

Trina á Trøllanesi, fastur Jógvan, búði hjá teimum, og av henni lærdi Katrin so mangt hondarbeiði. Eitt nú plantuliting, at tøva og at garva. Áðrenn hon fór til Eiðis hevði Katrin lært at veva hjá Olevinu Joensen og Marjuni Sigurðsdóttir, og hon hevur onkuntíð undirvíst í veving. Jørð er í húsinum, og hóast uppvaksin í Torfinsgøtu í høvuðsstaðnum, so smæðist Katrin ikki fyri at bóndast.

Øll, sum hava hitt Katrina, vita, at hon er ógvuliga tilvitað um alt, sum gongur fyri seg. Tey munnu eisini taka undir við, at hon er framúr hjartagóð og gestablíð, og at hon hugsar um hini, áðrenn hon hugsar um seg sjálva. Tað, sum hon kókar, steikir og bakar fer víða um landið.

Katrin og Jógvan eiga tríggjar dreingir: Jóannes (1974) er giftur Susan Østerø úr Klaksvík. Tey búgva á Eiði, og Jóannes arbeiðir hjá KJ Hydraulik á Kambsdali. Janus (1977) býr í Havn og lærir til skipselektrikara hjá El Service á Skála. Hann er giftur Mary fødd Poulsen og ættað úr Grønlandi. Ólavur (1985) er í danska herinum. Hann skal til Afghanistan í oktober.

Sunnudagin klokkan 14 verður føðingardagurin hildin í ítróttarhøllini á Eiði. J