Á uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag í kvøld varð avgjørt, at Katrin Kallsberg stillar upp fyri Tjóðveldi.
Katrin Kallsberg, sum er 48 ára gomul, starvast sum yvirlækni í gynækologi á Landssjúkrahúsinum. Hon er eisini forkvinna í Javnstøðunevndini.
Katrin Kallsberg hevur ikki áður stilla upp til val.