Katrin græt tá hon sá foreldrini

Eftir innleiðandi róðurin sunnudagin hitti Katrin Olsen foreldur síni, og tá fall eitt tár ella tvey hjá føroysku OL-vónini, sum fyribils er komin í semifinaluna Føroyski OL-rógvarin, Katrin Olsen og danska Juliane Elander Rasmussen hava róð seg í hálvfinaluna í OL í Beijing, sum verður hósdagin.

Hetta var ein stórur dagur fyri Katrin, sum gjørdist enn størri, tá hon møtti foreldrunum.

- Tá eg sá mammu og babba, fleyt yvir hjá mær, og tárini trillaðu, sigur Katrin Olsen við heimasíðuna hjá Eik, sum er høvuðssponsor hjá føroyska rógvaranum.

Dóttir og foreldur hittust eftir innleiðandi róðurin sunnudagin í Beijing.

Katrin Olsen skrivar soleiðis úr kinverska høvuðsstaðnum.

- OL-setanin var eitt fantastiskt upplivilsi. Tað er ringt at seta orð á, you kind of had to be there. Enn eitt OL-minnið fyri lívið, sigur føroyski rógvarin.