Leivur Hansen
borgarstjóri
Her má bila við minninum hjá góðu vinkonu míni, tí høvuðsorsøkin til óstabilitetin hevur júst verið at finna í hennara egna flokki ? fólkaflokkinum.
Tað byrjaði við, at tvey av teimum fýra fólkafloksumboðunum á vári 1998 rýmdu av skútuni, tá teir ikki fingu okkum onnur til at taka undir við tilmæli teirra um at taka av einum tilboði um graslíki til ovara vøll í Gundadali og vøllin á Argjum, sum var hálvaaðru miljón krónur dýrari enn lægsta tilboðið!
Tað eydnaðist okkum kortini, við mikið stríð og strev, at fáa drigið annan teirra inn um aftur í samgonguna, soleiðis at vit framhaldandi høvdu meirilutan í býráðnum.
Hetta var tó ikki nógmikið til, at samgongan kundi varðveita allar nevndarformanssessirnar, tí minnilutin fekk nú ? saman við fólkafloksumboðnum, ið »slapp« ? meiriluta í fleiri nevndum.
Hetta kostaði Katrini Dahl formanssessin í heilsu- og umhvørvisnevndini, tjóðveldisflokkinum formannin í mentamálanevndini og javnaðarflokkinum formannin í sosialu nevnd.
Hesum kundi javnaðarflokkurin ikki liva við, og tá minnilutin eitt ár seinni bjóðaði honum sosialnevndarformanssessin aftur, um hann afturfyri kom yvirum til teirra, stakk hann í sekkin og fór.
Hetta hevði við sær, at fólkaflokkurin nú eisini misti formannin í byggi- og býarskipanarnevndini.
Undir viðgerðini í fjørheyst av uppskotinum til fíggjarætlan fyri í ár, tók fólkaflokkurin okkum enn eina ferð øll á bóli við einvíst at kunngera, at nú skuldi skatturin niður við einum prosenti.
Eitt av málum samgongunnar var at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti. Men hvørki vit ella hinir flokkarnir hildu røttu løtuna enn vera komna til at lækka skattin, havandi stóru skuldarbyrðuna og støðugt vaksandi íløgutørvin í huga.
Men fólkaflokkurin var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí gjørdu vit í tjóðveldisflokkinum av at taka av tilboðnum frá hinum flokkunum um at kasta saman við teimum og soleiðis fáa stabilitet í aftur.
Hetta hendi fyri sløkum ári síðani, og síðani hava vit ikki sæð í halaferðina á Katrini aftur.