Katrin gjørdist nummar tvey í Sveits

Føroyska róðrarkvinnan Katrin Olsen gjørdist saman við bátafeløgunum umborð á danska dupult-scullaranum nummar tvey í altjóða kapping í Luzern um vikuskiftið.
Katrin og bátafelagarnir vunnu sítt innleiðandi umfar leygardagin, men í finaluni vóru teir akkurát ov stuttar og noyddust at lúta fyri Kina, sum gjørdist einans 0,29 sekund framman fyri danska bátin.
Katrin Olsen sigur á heimasíðuni hjá Havnar Ròðrarfelag, www.drekin.fo, at tær vóru nokk so skuffaður eftir róðurin, men tó ikki heilt ónøgdar við silvurið.
Nú eru tær úttiknar til at HM í Japan, og tað verður so arbeitt fram ímóti nú.
Annars kemur manningin á vitjan í Føroyum um ólavsøkuna, so at tær sleppa at uppliva føroyskan kappróður.