Katrin ávaraði um lógarbrot

Stýrislimurin Katrin Petersen gjørdi Stýrið fyri Kringvarpið varug við, at Kringvarpslógin fór at vera brotin í Nýggjárssendingini. Men stýrisformaðurin rætti ikki hond frá síðu.

Stýrislimurin Katrin Petersen gjørdi Stýrið fyri Kringvarpið varug við, at Kringvarpslógin fór at vera brotin í Nýggjárssendingini. Men stýrisformaðurin rætti ikki hond frá síðu.

 

- Tað er beinleiðis í stríð við Kringvarpslógina at borgarstjórar ella onnur keypa sær senditíð í Kringvarpinum. So tá eg bleiv varug við, at hetta var ætlanin í Nýggjárssendingini, gjørdi eg Kringvarpsstýrið varug við tað, sigur Katrin Petersen, journalistur og limur í Stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

 

- Eg helt snøgt sagt ikki, at Stýrið kundi lata standa til. Tí hetta var jú brot á Kringvarpslógina, sigur Katrin Petersen, sum tí kunnaði allar stýrislimirnar um støðuna.

 

Kunningin, ið varð send stýrislimunum 2. jóladag, setti tó einki ígongd.

 

- Nei, tað bleiv ikki kallað inn til fund. Tað var mett, at hetta kundi bíða til einaferð eftir nýggjár, sigur Katrin Petersen.

 

Tá tíðindaportalurin in.fo gjørdi stýrisformannin Rúna Heinesen varugan við støðuna, var reaktiónin tann sama.

 

Við in.fo 27. desember segði Rúni Heinesen tvørturímóti, at ”føroyingar fáa eina fína nýggjárssending.”

 

Í samrøðu við Rás2 í gjár viðgekk Rúni Heinesen, at hann visti um at Kringvarpslógin fór at vera brotin við Nýggjárssendingini, men at hann kortini einki gjørdi við tað.

 

Les eisini: Stýrisformaður visti um lógarbrot

 

Hoyr samrøðu við Katrina Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.