Katrin aftur í Neistanum

Hóast tað mundi koma illa við hjá Neistanum, tá Ása á Neystabø fyri viku síðani breyt hondina, so hava tær bláu kortini fingið onkur góð tíðindi seinastu tíðina.
Katrin á Neystabø - stórasystir hjá Ásu - verður nevnliga í Føroyum komandi mánaðirnar, eftir at hon annars hevur verið burturstødd í útbúgvingarørindum. Og tað er heilt víst ein kærkomin styrkur hjá liðnum, sum hevur nakrar sera týdningarmiklar dystir fyri framman. Fyrst og fremst, so snýr tað seg kanska um at vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti StÍF, men hartil hevur Neistin eisini sera týdnignarmiklar landskappingardyst móti VB í næstum. Ein dystur, sum ikki er vorðin minni týdningarmikil, nú VB megnaði at basa Stjørnuni í Klaksvík.