Kathy Chiavola vitjaði fyrstu Listastevnuna. Ein verulig countrystjørna úr Nashville, sum eisini hugtók føroyskar lurtarar.
Írski bólkurin Westlife er farin í countryídnaðin og er í løtuni í Nashville, har teir taka upp. Kathy hevur fyri BBC fingið uppgávuna at vera ræddarvenjari.
Daytime Frinds and Nihgttime lovers er heitið á fyrsta countrysanginum hjá Westlife. BBC filmaði hendingina og tey, sum síggja fremmandar sjónvarpsræsir, kunnu óivað brátt síggja úrslitið, ið varð framt undir kønari leiðslu av Kathy Chiavola. Hon syngur eisini kór og allar tær høgu røddirnar.
Útvarpsstøðir á staðnum hava fingið atgongd til upptøkurnar og írsku poppdreingirnir hava verið sera væl umtóktir í Nashville. Eittnú á Wildhorse Saloon, har teir saman við Kathy Chiavola sungu fyri fullum húsum.
- Eg kenni meg sum fimta Beatle'in, segði ein ovurfegin Kathy í viðtali fríggjadagin. Eini sangarin í bólkinum skuldi verða pápi og fór heim, og tí kom Kathy við í bólkin.