Kathrina Hansen Árnafjørður 85 ár 20.11.1999

Tað er altíð so stuttligt at støkka inn á gólvið í barnaheiminum Miðstovuni, tí har er altíð blíðskapur at koma inn til, man hevur ikki meira enn opna hurðina, so sigur tú altíð, nú góði, skal eg skeinkja tær ein temunn. Ja, hetta munnu nokk øll onnur, sum hava sína dagligu gongd inn í Miðstovuna vera samd við mær í, tú hevur ikki spart uppá te og kaffikopparnar.

Góða omma, eitt skalt tú eiga, at tú altíð ert tann sama, og tú heldur nógv av tínum bygdafeløgum, hetta hevur tú so mangan prógvað, mangan hevur telefonboð verið eftir tær, tá okkurt viðvíkjandi seyða hevur verið áfatta, líkamikið hvør tað hevur verið, so hevur tú altíð vilja givið eina hjálpandi hond, og eitt er vist, at tú hevur eitt gløgt eygað innanfyri seyðahald.

Nú tú ert komin langt upp í aldurin, ja, so hugsið eg mangan um at tú hevur verið ígjøgnum mangt og hvat, ikki var altíð so nemt fyrr, einki ravmagn, sostatt eingir heitir ovnar í hvørjum rúmi, nei ikki er tað at líkna saman, tað tíð vit í dag liva í. Fyri tey, sum ikki búgva í Árnafirði, er tað langt at koma til og frá Árnafirði, eitt nú til Klaksvíkar, sjálvt um hetta bert er nakrar fáar minuttir, men skrúva vit árstalið aftur um 1967, tá eingin tunnil var, ja, so var tað ein onnur tíð.

Tá var tað niðan á Vál, hondina á knæði og upp um Áarskarð, nú eg nevni Áarskarð kann eg nevna, at tú hevur leitt ein hornaseyð, líka frá Áninum, upp um Áarskarð og líka til Árnafjarðar, uttan tog, tú leiddi henda seyð bert við at halda í horninum, so orðatakið kemur til sín rætt, at eru tey smá so eru tey kná.

Eisini er mær fortalt, at tú skalt hava sett lívið í váða fyri einum ógvuliga stórum tarvi. Ofta verður sagt at neyt (kríartúr), sum hava verið úti fyri einum óhappi, blíva nakað annarleiðis og hetta var nokk eisini við hesum tarvi, sum kom bráleypandi eftir tær og tú bakkaði ikki ein tumma, tað er mær fortalt, at tarvurin kom so nær, at tú føldi andadráttin av honum, og so stóð hann eina løtu, og vendi síðan aftur til kúnna, ja, eitt er vist, at tú altíð hevur dugað væl at sett respekt, bæði til fólk og fæ, við tínum fámæltu orðum og róligheit.

Í mong ár hevur tú verið bóndi og fyri nøkrum árum síðani lat tú so festið til mammu, sum eins og tú hevur ótrúliga áhugað fyri seyðahaldi, í 1984 lat tú eitt stórt seyðahús byggja, sum hevur verið til stórt gagn, gott hevur verið hjá fjallmonnunum at komið undir tak eftir raksturin, tá seyðurin skal hagreiðast, og vindur og regnið er komið.

Góða omma, eg vil við hesum reglum takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum og við teimum bestu ynskjum í framtíðini, má Guð vera við tykkum øllum í Miðstovuni.


Atli