Maðurin, sum altíð er ílatin baðikápa, Hugh Hefner hevur sagt, at hann vil hava Oscar drotningina Kate Winslet, at virka sum frelsandi eingilin fyri PlayBoy Magazine Tankin er kanska ikki óhugsandi, tí vælumtókta Kate Winslet er kend fyri at lata seg úr á skíggjanum. Men hóast hetta kunnu ætlanirnar hjá Hefner verða heldur truplar at fáa framdar í verki.
Tað er neyvan hægst á prioriteringslistanum hjá Oscar Drotningini, at lata seg úr fyri Hugh Hefner.
Harður marknaður
Hóast hetta er Hugh Hefner heldur vónríkur. Hann heldur, at Kate hevur júst tað, ið skal geva honum fyrimunin á harða porno marknaðinum.
- Tað er eingin ivi um, at vit høvdu verið áhugaði í Kate. Tað er ein sera harður marknaður vit eru á, og kappingin gerst alsamt størri, so hon skal verða vælkomin á okkara síður, sigur Hugh Hefner.
Kate Winslet hevur fyri stuttum sagt, at hon ikki longur hevur ætlanir um at lata seg úr í filmum, so allarhelst noyðist Hefner at lata stórar upphæddir, um hann vil hava Oscar vinnarar at ganga sínum ynski á møti.