Kate Moss dýrari enn nakrantíð

Kate Moss er sambært The Sun tætt við at undirskriva eina sáttmála áljóðandi £ 1,5 milliónir við Calvin Klein.

 Hetta er annar sáttmálin hjá Moss við Calvin Klein, og hesin gevur tvífalt so nógv sum tann fyrri.
Hetta hendir seks mánaðar eftir, at fólk spáddu, at hennara yrkisleið sum model var av, aftan á at myndatól í einum tónleikaupptøkuhølum vístu myndir av Kate Moss og táverandi sjeikinum Pete Doherty, ið sniffaðu kokain.
Beint eftir hendingina segði klædnaframleiðarin Burberry sáttmálan við Moss upp, men eisini hetta felag hevur nýggja sáttmála við Moss í umbúna, skrivar The Sun. Moss hevur verið til avvenjingar, og hetta hevur eftir øllum at døma hjálpt - í øllum førum fíggjarliga.