Spurnartekin verður nú sett við hví Kate Middelton í fjør valdi at gifta seg við prins William. Tað er ein bretsk songkvinna, sum eitt nú leggur Kate Middelton undir at vera ein gleðisgenta.
Tú skalt vera meira enn 18 ár fyri at síggja songkvinnuna Majela ZeZe Diamond syngja sangin Kate Middelton Prostitute Song á YouTube. Songkvinnan leggur her Kate Middelton undir at vera ein gleðisgenta, sum er ógvuliga glað fyri kynsliga samveru.
Orsøkin er, at sjónbandslagið er ógvusligt og ógvuliga provokerandi.
Majela ZeZe Diamond hevur verið nógv frammi í samband við hennara provokerandi løg, og við hesum nýggja lagið er neyvan nakar ivi um, at áhugin fyri songkvinnuni fer at økjast øgiligt.
Songkvinnan syngur eitt nú um støddina av privatu pørtunum hjá prins William, og onnur privat viðurskifti millum prins William og Kate Middelton.
kelda: eb.dk