Johan Mortensen
Lætt er at ímynda sær hvussu skilið verður tá frítt verður at innflyta øll livandi dýr til Føroya. Neytaøði, munn og kleyvsótt, hundaøði og aðrar okkum higartil ókendar sjúkur verður hvøndagskostur. Okkara seyða og neytakjøt verður á tremur av antibiotika. Ikki meira fer tú ekkaleysur at kunna sita við einum tjógvi á Ólavssøku, fult av penincilini og parasittum. Allarhelst verður hvør sølubúð á tremur við salmonellu. Ein degenerering av lívsvirðunum og øktum sjúkuvanda hjá hvørjum føroyingi.
Alt tað skilagóða og fyribyrgjandi arbeiði sum okkara djóralæknar altíð hava framt fyri at verja okkara lítla viðkvæma samfelag verður lagt i oyði av komandi EU avtaluni.
Ein avtala sum er persónifiserað av einum personficerað av einum Landsdjóralækna, sum sýnist at hava lítið fyrilit við Føroyskum viðurskiftum og lítlan alsk til hetta land. Áhugavert at vita hvussu varð við ILA sjúkuní í Fuglafirði sum sami maður tagdi burtur !?
Hvat sigur Bárður Enni, stovnur hansara Starvstovan, hevur altíð havt ein stóran autoritet og respekt og álit manna millum, nýggja avtalan er ein andsøgn til alt tað sum Starvstovan stendur fyri.
Og Jústines Olsen, Pál Weyhe, Høgni Debes Joensen og allir okkara læknar og heilsuverk. Hevur ongin nakra meining ella eru øll servilir og lýdnir embætismenn?
Um okkara núverandi EU avtala kanska ikki er fult nøktandi so ber til at liva við henni og heldur ikki er tað so alt avgerandi um vit fáa fult tollfrælsi fyri allar okkara fiskaúrdráttir, tað er lítið sum restar í.
Tað er óhugnaligt at góðar íslendskar vørur, sum eru partar av okkara hvønndegi, skulu bannast orsakað av EU bureaukratum. Hvussu kunnu vit biða um fiskikvotur frá Íslandi samstundis sum vit banna teirra útflutningi til Føroya? Hví skulu Íslendingar stuðla okkum tá okkara solidaritetur liggur hjá EU.
Eitt reint umhvørvi, ódálkað náttúra, vistfrøðiligur landbúnaður, sunnur og frískur seyður og neyt, flogfenaður uttan salmonellu, fólkaheilsa, lívskvalitetur, hava øll hesi orð ongan týdning tá alt avtornar ? eg ivist. Hvat er okkara tjóðskaparligi stoltleiki? Føroyar, grát mín elskaða Tjóð.
Sum limur í Tjóðveldisflokkinum heiti eg hervið á Høgna Hoydal, Floksformann um at taka hetta mál upp á komandi landsfundi í Øravík við atliti til at Løgtingið ikki setur EU avtaluna í gildi, men tekur upp nýggjar samráðingar við EU fyri at fáa undantøk fyri Føroyska landbúnaðin.
At vit hava tørv á einari nýggjari og betri samráðingarnevnd er alneyðugt.
Á Bjarna Djurholmi, sum eg bert kenni sum ein skilamann, hvílir ein tung ábyrgd sum Landbúnaðarmálaráðharri okkara.